Alfred Olsen má taka orðini aftur

   

Høgni Hoydal
??????????
Alfred Olsen, næstformaður Sambands-flok-sins, hevur nú sjálvur fimti ella sætti, limað seg inn í tað herliðið, sum seinastu vikurnar hevur skotið eftir øllum, ið rørir seg viðvíkjandi blokk-stuðli og upplýsing um búskaparligu viður-skiftini í tí sonevnda ríkis-felagsskapinum.
Alfred Olsen leggur undirritaða rong orð í munnin og sigur, at sjómansskatturin hevur verið viðgjørdur á ráðstevnuni um blokkstuðulin á Christiansborg.
Tað er ósatt. Ikki eitt orð varð nevnt um sjómansskatt á ráðstevnuni. Tað kann prógvast, tí alt er tikið upp á band.
Síðani sigur Alfred, at undirritaði skal hava sagt við Berlingske Tidende, at sjómansskatturin skal takast av, tí blokkstuðulin skal minkast.
Tað er eisini ósatt. Eg havi tvørturímóti sagt hetta við Berlingske Tidendende:
"Han (Høgni Hoydal) ser dog ingen sammenhæng mellem fiskernes høje lønninger og det danske bloktilskud.
»Fiskerne er dem, der tjener eksportindtægter hjem til Færøerne,« påpeger han."
Tá ið Alfred Olsen soleiðis hevur lagt eftir undirritaða og Tjóðveldisflokkinum av órøttum og við ósannindum, so rokni eg við, at hann er so mikið at sær komin, at hann rættar síni mistøk.