Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, segði í viðgerðini av Ólavsøkurøðuni hjá løgmanni morgun, at tað er sera óheppið, at løgmaður hevur tikið mál við í røðuna, sum ikki eru viðgjørd í samgonguni.
- Tað eigur ikki at koma fyri, og tað er sera óheppið, segði Alfred Olsen.
Hann vísti eisini á, at hann er als ikki samdur í ætlanunum at privatisera Rúsdrekkasøluna. Viðgerðin av ólavsøkurøðu løgmans byrjaði klokkan 9.30 í morgun, heldur áfram seinnapartin og verður tikin upp aftur í morgin aftur klokkan 9.30