Nú talt er upp á valstaðnum í Nes kommunu, er greitt, at Alfred Olsen hevur fingið tilsamans 171 persónligar atkvøður.
Hetta eru so bara atkvøðurnar í Nes kommunu - og ikki tær, sum løgtingsmaðurin kann fáa aðrastaðni kring landið.
Sambandsflokkurin gjørdist ikki so óvæntað nógv tann størsti flokkurin við tilsamans 352 atkvøðum.
Nevnast kann, at Magnus Rasmussen, sum er borgarstjóri í Runavíkar kommunu og uppstillaður fyri Sambandsflokkin, fekk 51 atkvøður í Nes kommunu.
Fólkaflokkurin fekk tilsamans 123 atkvøður, Javnaðarflokkurin 94, Tjóðveldi 89, Nýtt Sjálvstýri 53, Miðflokkurin 48 og Framsókn fekk 31 atkvøður í Nes kommunu.