Í dag, leygardagin 24 juli, fyllur Alfred Lambastein úr Fuglafirði, búsitandi í Havn, 85 ár.
Alfred er sonur Jacobinu og Sámal í Lambanum , og tey vóru 10 systkin , og eru tað bara Alfred og Amy eftir.
Alfred arbeiddi í nøkur ár í Piddasahandil (Riberhus), hann sigldi eisini við eingilskum trolarum og føroyskun sluppun. Var í Grønlandi (Sukkertoppen) har hann arbeiddi á einum flakavirki. Kom so heim aftur og byrjaði at arbeiða á Handils & Frystivirkinum, har hann var til tað stongdi.
Alfred giftist 26/10-1940 við Astrid, dóttir Amaliu og Fredag Petersen. Tey fingu tvey børn, Tummas og Sólborg.
Tummas er giftur við Sonju, og tey eiga 3 børn. Alfred, Jóna Astrid og Svanna.
Sólborg er gift við Simma, og tey eiga 4 børn, Leivur, Asbjørn, Borgar og Estir.
Leivur eigur dótrina Tove.
Alfred bleiv einkjumaður í 1983. Hann býr nú í Havn saman við Annu Jacobsen slektað úr Byrgi í Søldarfirði, hon er dóttir Hansinu og Sámal Erik Djurhuus, Gjaranes. Hon bleiv einkja í 1983.Tey móttust á tí væl umtøkta ballinum, sum Skipafelagið hevði á Kambsdali.
Tey, ið vilja gleða Alfred á hansara føðingardegi, eru hjartaliga vælkomin í Lonina í Fuglafirði klokkan 19.00










