Tað er rætt at ein tunnil til Sandoynna er tað einsta rætta, tí útjaðarin fær tað verri og verri. Vit løgtingsmenn í Sandoy løgdu í síðstu tingsetu uppskot fram um undirsjóvartunnil og fekk tað heilt positiva viðgerð millum tingfólk.
Hetta sum er hent í summar at Teistin hevur verið á beding í 4 mánaðir er jú stór skomm og ein háðan av Sandoy.
Hvussu við vegakervinum í Sandoy, henda oyggin sum er so sløtt og skuldi verið góð at gjørt vegir á?
Vit hava bygdina Dalur, tað er ikki tespiligt at koma til hesa bygd, har er næstan ikki framkomandi á vetri. Hvussu er við vegnum ígjøgnum Sandlíð? Har er ikki minni vandamikið at ferðast ígjøgnum.
Okkurt positivt er nettup nú um dagarnar. Arbeiðið uppá vegagerðina frá ferguleguni í Skopun er byrja, og hetta arbeiðið fer at bøta ómetaliga nógv um atkomumøguleikarnar til ferguna. Hetta arbeiði verður gjørt gjøgnum 3 fíggjarár, og hetta eri eg ómetaliga glaður um.
Men tað sum fekk meg til at taka pennin var nettup at Alfred Olsen, løgtingsmaður harmast um hvussu Sandoy er viðfarin. Hví rætti tú ikki ein hond tá eg sjálvur legði broytingaruppskot til aðru viðgerð av tingmálið nr. 1-1/2002 tann 16/2 2002. Í viðmerkingunum sigi eg at farleiðin millum Húsavík og Dal er sera hættislig, tí vegurin er smalur, liggur í brattlendi og grót ríður støðugt oman á vegin.
Tað sum eg vil siga í hesum skrivi er, at eg góðtaki avgjørt ikki at ein maður kemur við føgrum orðum, og ger beint ímóti tá hann hevur møguleikan at hjálpa Sandoy.
Sagt bart út: Alfred Olsen løgtingsmaður atkvøddi ímóti at peningurin var játtaður til berghol ímillum Húsavík og Dal.
Men Alfred, eg gleðist til vit báðir koma í samgongu og vit kunnu sláða eitt slag fyri Sandoy.










