Alfred Hummeland liðskipari fyri Team Rynkeby 2016

Nú er greitt, at tað verður Alfred Hummeland, ið skal føra Team Rynkeby 2016 til franska høvuðsstaðin.

Hóast tað einans eru nakrir fáir dagar síðani, at Team Rynkeby 2015 endaði, so eru fyrireikingarnar til Team Rynkeby 2016 longu byrjaðar. Á heimasíðuni hjá liðnum ber nú til at melda seg til ársins lið.


Nú er so eisini greitt, hvør verður liðskipari fyri Team Rynkeby 2016. Talan er um Alfred Hummeland, ið er ein gamlan kenningur, ið hevur drúgvar royndir við at súkkla rutuna Danmark-Paris.


Alfred hevur verið í hesum ørindunum í Paris tríggjar ferðir fyrr. Tvær ferðir við Team Rynkeby Sønderjylland og eina ferð sum liðskipari fyri Føroyska hópin, sum var í Paris í 2014.  


Stórur áhugi var fyri at súkkla við Team Rynkeby í fjør. 160 fólk teknaðu seg, harav 50 vórðu útvald at súkkla til franska høvuðsstaðin Paris.