Ein av stóru leikarunum úr sjónvarpsrðini ALF er deyður. Max Wright gjørdist 75 ár.
Útlendskir miðlar skriva, at Wright longi hevur stríðst við krabba.
Max Wright spældi pápin í røðini um ALF í áttatiárunum. Leikluturin sum pápin, Willie Tanner, var við í øllum 4 umførunum, og øllum teim 103 pørtunum av sjónvarpsrøðini, ið varð upptikin og víst frá 1986 til 1990.
Wright spældi eisini filmsleiklutir, eittnú í All That Jazz frá 1979 og seinasti leikluturin var í Easter frá 2002. Eisini hevði hann smærri leiklutir ella innsløg í sjóbvarpsrøðum sum Venner og Sams Bar.
Røðin um ALF snúði seg um Tanner familjuna, sum fær ein nýggjan lim í familjuna, tá rúmdarveran Gordon Schumway lendur á jørðini og flytir inn í bilhúsið hjá Tanner fólkunum. Rúmdarveran verður eisini nevnd ALF, Alien Life Form.











