Áleypari nærkast Liverpool

Sambært bretskum miðlum, er ein nýggjur áleypari á veg til Liverpool

Sambært bretskum miðlum, er ein nýggjur áleypari á veg til Liverpool. Daily Mirror veit í øllum førum at siga, at Liverpool hevur vunnið dystin um Burnley áleyparan, Danny Ings, sum fer at skifta til Liverpool, tá flytingarvindeygað í summar aftur letur upp.

 

Tað hevur annars verið stórur áhugi fyri 22 ára gamla Burnley áleyparanum, har millum annað Manchester United, Manchester United og Real Sociedad hava verið uppá tal.

 

Tað verður mett, at Liverpool fer at gjalda á leið 40 milliónir krónur fyri nýggja áleyparan.

 

Danny Ings hevur í ár skotið 10 mál fyri Burnley í ensku Premier League. Hetta er samstundis eisini fyrsta kappingarárið, at Danny Ings spælir í Premier League.