KÍ og Anders S. Holvad hava gjørt av, at enda samstarvið. Anders S. Holvad verður tískil ikki partur av hópinum í ár, hóast sáttmálaskeiði átti at hildið áfram til komandi kappingarár.
- Anders kom til KÍ á sumri í fjør, og spældi 20 dystir fyri okkum og skoraði eitt mál. Anders og KÍ eru komnir ásamt um, at ikki halda áfram við samstarvinum til komandi kappingarár - og ynskja vit Anders góða eydnu víðari, og takka fyri tíðina í KÍ, skrivar KÍ.
Anders Sølvsten Holvad byrjaði annars væl, tá hann avgjørdi dystin í Gundadali móti B36, men síðani komu ikki fleiri mál. Frágongdin ú KÍ telur nú Dmytro Lytvyn, Valerijs Sabala, Meinhardt P. Joensen, Jesper Brinck, Jóannes Bjartalíð, Mathias Rosenørn og nú Anders S. Holvad.
Eisini er venjarin, Mikkjal K. Thomassen, farin til norska Fredrikstad FK. Nýggjur venjari er Magne Hoesth.