Í eina tíð hevur Arsenal havt áhuga fyri Barcelona leikaranum Alexis Sanchez. Nú tykist avtalan verða gjørd og Arsenal venjarin, Arsene Wenger, váttar í dag fyri bretskum miðlum at skiftið kann verða gjøgnumført seinni í dag.
Tað verður mett at Arsenal fer at gjalda umleið 260 milliónir krónur fyri chilenska landsliðsleikaran.
Barcelona tykist at hava avloysaran fyri Alexis Sanchez kláran. Tað er nógv, ið bendir á, at Liverpool leikarin, Luis Suarez verður kunngjørdur í FC Barcelona í nærmastu framtíð.