Hann setur peikifingurin í borðplátuna og fluktar hann skjótt á skák frameftir
- Bam! Sum eitt perfekt skorað mál í fóltbólti. Soleiðis kennist tað, tá ein týðing situr, sum hon skal.
Eina løtu sær 60 ára gamli týðarin og yrkjarin Alexandur Kristiansen heilt væl nøgdur út við sína takkling á borðinum. Tað ræður um at njóta ímyndaðu skoringina
- Sumt hendir bara eina einastu ferð. Tað ber jú ikki til at endurskapa løtuna, sum fekk bóltin ella týðingina at sita júst soleiðis. Tí ber eisini illa til at fara afturum aftur og bøta um eina týðing, tá hon einaferð er gjørd.
Tað er eisini ein orsøkin til, at fleiri eldri týðingar eru slopnar við í nýggja savnið Filomela við týðingum eftir Alexandur Kristiansen, ið samstundis er tað seinasta av fimm søvnum, sum hann fór undir miðskeiðis í nítiárunum.
Endamálið við søvnunum var frá byrjan, at geva føroyingum møguleikan at lesa yrkingar eftir nakrar av heimsins bestu yrkjarum á okkara egna máli. At yrkingar kanska ikki eru tað, fólk lesa mest av, tykist bara at hava gjørt ætlanina enn meir átrokandi.
- Yrkingar gera okkum ríkari í so nógvar mátar. Tær lova okkum inn í øðrvísi mátar at hugsa, samstundis sum tær ofta vísa, at vit menniskju als ikki eru so ymisk, sum vit kanska billa okkum inn. Tí kann ein 2000 ára gomul yrking eisini vera ein sonn opinbering av størri samanhangum. Um eg fái eg latið hesar yrkingarnar í ein føroyskan málbúna, gevi eg enn fleiri lesararum møguleikan at uppliva tær, og tað ger meg glaðan
Fyri ikki at tala um, hvussu vøkur tey kunnu vera – hansara »yndisbørn«, sum Alexandur Kristiansen kallar sínar týðingar, hóast hann kanska er mest kendur fyri sínar mongu barnarímur og yrkingar.
- Barnarímurnar og yrkingarnar eru eisini míni børn, men týðingarnar eru míni yndisbørn, tí eg havi havt tær hjá mær so leingi og eri vorðin so góður við tær. Eg havi til dømis sitið við eini týðing av John Keats í eini 30 ár og verði kanska ongantíð klárur at sleppa henni.
Týddi í týskttímunum
Fleiri hundrað týðingar av nøkrum av heimsins bestu yrkingum er tað vorðið til, og í mangar mátar er samlaða verkið ein ferð gjøgnum lívið sum týðari hjá kenda høvundanum úr Fuglafirði, ið longu sum óviti var púra bitin av yrkingum. Serliga vóru tað yrkingarnar í lesibókini í føroyskum, sum hann helt vera so øgiliga vakrar.
- Eg fekk ikki eyguni av flottu rímunum og gomlu orðunum, og tað kitlaði í mær at vita, hvussu yrkjararnir gjørdu, fyri at fáa tað at sita so væl. So eg setti meg at skriva yrkingarnar av í tímunum, tí sum oftast leyp lærarin tær um, minnist Alexandur Kristiansen.
So meðan hini í flokkinum vóru himmalsfegin um at sleppa undan yrkingunum, sat ungi Alexandur og fylti tær inn í eitt skrivihefti fyri og annað eftir.
- Eg man eiga stakkar av hasum skriviheftunum onkustaðni. Í dag kann eg undrast yvir, at eg brúkti so nógva tíð uppá at sita og skriva av, men tað gav mær faktiskt eina góða kenslu av, hvussu yrkjararnir gjørdu.
Ikki minni avbjóðing bleiv tað, tá týskt kom á tímatalvuna í 2. real, og Alexandur fyrstu ferð fór at royna seg sum týðara.
- Eg minnist serliga væl, hvussu spennandi tað var at royna at týða yrkingar hjá týska skaldinum Heinrich Heine. Tá helt eg eisini mínar týðingar vera øgiliga flottar, men í dag høvdu tær ikki sloppið við í nakað av mínum søvnum.
Betri enn yrkingarnar
Hóast fyrst royndirnar sum týðari nokk mest vóru ein roynd at herma eftir teimum stóru yrkjararnum, eigur man ikki at undirmeta lærdómin í at spæla við teir veruliga dugnaligu, heldur Alexandur Kristiansen.
- Tað ræður um at fáa eina kenslu av málinum, eina kenslu av, hvat tað er, sum hendir, tá ljóð, rytma og innihald ganga upp í eina hægri eind. Ta kensluna fært tú bara við at arbeiða støðugt og áhaldandi við málinum, til tú finnur tín egna stíl og týðingin til endan syngur seg sjálva á føroyskum, næstan sum var hon tín egna, sigur Alexandur Kristiansen, sum tí heldur ikki góðtekur kenda páhaldið hjá yrkjaranum Robert Frost um at »Poesiur er tað, sum verður mist í týðingini«.
- Hatta kanst tú siga, um tú umsetir orð fyri orð, tí tað ber ikki til, men tað er heldur ikki tað sama sum at týða. Fyri at gera eina góða týðing, mást tú duga at liva teg inn í yrkingina, , áðrenn tú umskrivar hana og letur hana fara útaftur helst í eini betri útgávu. Mínar týðingar eru ofta betri enn upprunaligu yrkingarnar, tí sum týðari hevur tú skyldu til at bøta um eina yrking, har tú kanst.
Hesum eru allir týðarar ikki samdir í, men Alexandur Kristiansen tekur sær frælsi til at leggja afturat ella taka burtur úr eini yrking, um tað tænir henni í týðingini. Tí loyvir hann sær til dømis at skoyta sítt egna navn inn ein setning sum hendan í eini týðing av David Ray » … og vit skulu kjakast um / Buffalo Bill / eftir e.e. cummings / týdd av Alexandur Kristiansen / og hví hann nýtir orðið / hvokkin / …«
- Hatta kann eg, tí tað er í tráð við meiningina í yrkingini annars. Eg kann gera tað, tí í týðingini geri eg yrkingarnar til mínar »egnu«, men altíð við tí treyt, at eg má vera trúgvur móti grundtankanum ella bulinum í upprunaligu yrkingini.
Ber tað ikki til, ella fæst týðingin ikki at sita vakurt á føroyskum í tráð við upprunaligu meiningina, skalt tú lata vera við at týða hana og góðtaka tína avmarking, sigur Alexandur Kristiansen avgjørdur.
- Tí eri eg eisini givin at royna at týða russiska yrkjaran Alexander Pushkin. Eg fái ikki orðini og rytmuna at sita nóg væl og tí lati eg vera at týða hann, sjálvt um eg so fegin vildi.
Ambitiónir vegna málið
Føroyska málið er hinvegin ongantíð í sær sjálvum ein forðing fyri at týða hvørja yrking, tað skal vera. Tvørturímóti er Alexandur Kristiansen ongantíð vorðin skuffaður av føroyska málinum, tá tað ræður um skaldskap.
- Vit skulu tora at hava størri ambitiónir vegna føroyska málið, tí í grundini kann tað mesta sigast nógv flottari á føroyskum enn á til dømis donskum ella enskum. Í berari málsligari undirbrotligheit koma vit kortini altíð fyrst í tankar um okkurt, sum ikki kann sigast á føroyskum. Veruleikin er, at tað finst minst líka nógv á føroyskum, sum tað als ikki ber til at siga á øðrum málum, sigur Alexandur Kristiansen sum ikki nýtist at leita leingi eftir vøkrum føroyskum skaldskapi.
Eftir hansara tykki eiga vit nógvar fínar føroyskar yrkjarar bæði millum eldru og yngri ættarliðini. Og hóast hann framvegis er sera hugtikin av gamla slagnum av yrkingum, sum ríma, kunnu modernaðar yrkingar á óbundnum málið sanniliga eisni vera flottar, heldur Alexandur Kristiansen, sum minnist týðiliga, tá hann fyrstu ferð fekk eitt slíkt yrkingasavn upp í hondina.
- Tað var savnið Heimkoma hjá Steinbjørn B. Jacobsen. Inntil tá helt eg, at allar yrkingar áttu at ríma, so tað var veruliga ein opinbering. Mær dámdi beinanvegin hesar yrkingarnar, tí orðini vóru so sterk.
Tokkin til modernaðar yrkingar er seinni vaksin alsamt, men Alexandur Kristiansen viðgongur, at hann setur størri krøv til innihaldið í yrkingum á óbundnum málið. Í so máta er heldur onki at fýlast á hjá hansara føroyska yndisyrkjara.
- Hóast hann er nakað yngri enn eg, er Jóanes Nielsen mín fyrimynd, Hann sigur sovorðið, sum eg vildi ynskt, at eg sjálvur tordi at siga og uppá ein máta, har sjálvt tað ljóta blívur so óvanliga vakurt. Tað er hasin sterki spenningurin millum tað ljóta og tað vakra, sum er so sermerktur hjá Jóanes. Eg havi lisið nógvar aðrar yrkjarar, sum tora at vera minst líka fúlir sum Jóanes, men skaldsliga ikki koma í nánd av honum, sigur Alexandur Kristinasen, sum eisini telur Tórodd Poulsen millum fremstu yrkjararnar í Føroyum.
- Tóroddur er fínur uppá sín egna sermerkta máta, sigur hann uttan at leggja upp til nakra samanbering annars við seg sjálvan sum yrkjara
- Nei, sum yrkjari eri eg bara ein, sum hangi uppi í Jóanesi og Tóroddi.
Harri í skrivikamarinum.
Hóast arbeiðið sum týðari og yrkjari hevur fylt stóran part av hansara lívi, er tað ikki nakað, familjan hevur merkt nógv til. Móti endandum á prátinum avdúkar Alexandur Kristiansen, at kona hansara ongantíð hevur sæð hann sitið og skrivað. Og tað hava børnini heldur ikki.
- Eg havi altíð lagað mína skriving soleiðis, at tað ikki órógvar gerandisdagin í familjuni. Hatta við at nú mugu øll tiga og ganga á tá, tí babba situr og skrivar, skulu tey ikki plágast við. Tí havi eg altíð bíðað við at seta meg við skriviborðið, til eg eri einsamallur inni ella hini eru farin í song.
Men tá friður valdar er Alexandur Kristiansen afturfyri harri yvir løtuni inni á skrivikamarinum har hann ræður yvir, hvørt tað verður Horats, Ovid, Pope, Keats, Goethe, Bukowski, Heaney og ella onkur annar, sum fær æruna av at sleppa framat á føroyskum.
Fyribils telur úrvalið út við 500 týðingar, og týðarin er heilt væl nøgdur við varðan, hann higartil hevur sett eftir seg.
- Jú, eg haldi at tær rigga, ikki bara sum týðingar men eisini sum góðar yrkingar á føroyskum. Eg ivist eisini í, um nakar annar hevði gjørt hetta, um eg ikki gjørdi tað sjálvur. Vit mangla eisini føroyskar týðingar av eldri yrkingum, og tí hevði tað verið spell, um hesar bara fóru í gloymskuna, sigur hann og tekur Filomelu upp í hondina.
Tað er torført at velja millum yndisbørnini. Hann steðgar við Horats, men blaðar víðari, fær eyga á Keats, smílist og mutlar »har var eg ordiliga í støtinum«. Á seinastu síðuni dagar »Grevstur« fram eftir írska Seamus Heaney, ein av hansara yndisyrkjarum, sum eisini hevur verið ein tann torførasti at týða. Men sum so ofta kundi hann ikki lata vera, tí orðini vóru so sterk og vøkur, tí tey mintu hann á, tá abbi hansara bar hann í leypi út at skera torv á Kambsdali, og tí tað altíð finst ein orsøk til at geva ein slíkan skaldsligan dýrgrip víðari.
GREVSTUR
Millum fremstafingur og tummil
hvílir klossuti pennurin; nett sum ein byrsa.
Uttanfyri glugga mín eitt eyðkent, gresjandi ljóð
tá ið spakin verður stungin niður í eyruta mold:
Faðir mín sum grevur. Eg síggi hann
har hann stendur við reyvini hægst og bukkar seg djúpt
niður millum blómubeðir, kemur upp tjúgu ár burturi,
kavar regluliga millum eplaryggirnar
har hann gróv.
Stóri stivlin førkaði seg til rættis á blaðnum,
harðliga varð skaftið lyft innanvert knæið.
Hann rykti høgar bløðkur upp við rót, hirdi ljósu eggina djúpt niður
at spreiða nýggj epli sum vit hentaðu
og vit elskaðu teirra svalliga harðleika í hondunum.
Á Guð, gamli dugdi at handfara ein spaka.
Eins og hansara egni faðir.
Abbi skar meira torv dagliga
enn nakar annar maður í bygdini.
Einaferð bar eg honum mjólk í einari fløsku
við einum ófantaligum pappírstøppi í. Hann fetti sær á
og drakk hana og legði so alt fyri eitt aftur í vaðið,
flagaði neyvt, tveitti flagbøkkar
aftur um herðarnar, rætti seg niður aftur og aftur
eftir tí góða torvinum. Gróv.
Kaldi lukturin av mold, slupsið og klamsið
av dýggjvátum torvum, bráðu høggini av einari egg
gjøgnum livandi røtur vakna í høvdi mínum.
Men eg eigi ongan spaka so eg kann gera sum teir
Millum fremstafingur og tummil
hvílir klossuti pennurin.
Honum fari eg at grava við.
»Digging«, Seamus Heaney, f. 1939, Írland
Týtt: Alexandur Kristiansen, Filomela, 2010, Sprotin