Eftir ein tíma bendir alt á, at Skála fer at tryggja sær trý stig afturat í kvøld.
B71 vitjar á Skála, og nú ein stórur tími er farin, er heimaliðið á odda 2-0.
Eftir leiðslumálið, sum Arnhold Berg stútaði eftir fríspark, hevur Alexandur Johansen økt til 2-0 við brotssparki, sum varð dømt, tí dómarin metti, at Pætur Dam Jacobsen var feldur í B71 brotsteiginum.