Alexandur og Poul enn á Skála

Skála hevur á heimasíðuni boðað frá, at Alexandur Johansen og Poul N. Poulsen báðir hava skrivað undir nýggjar sáttmála fyri komandi kappingarár. Tað hevur annars verið sannur gravgangur eftir spælarum frá Skála, men nú er so greitt, at í øllum førum hesir báðir halda fram. Alexandur er uppvaksin á Skála, meðan Poul kom til felagið í fjør. Hann hevur áður spælt við VB.