Tá ið NSÍ miðskeiðis í 2. hálvleiki hevði lagt seg á odda 2-0, var lagið einki serligt í Skála leguni:
-Tá kendist tað sum um, at tað fór at verða ógvuliga tungt at koma aftur í aftur. Men vit royndu, og tá ið vit høvdu fingið eitt mál, stríddust vit nógv fyri at fáa eitt afturat, og vit fegnast um, at tað eydnaðist, sigur Alexandur Johansen, sum var ein tann eyðsýndasti Skála spælarin í Runavík.
-NSÍ liðið var heilt nógv umskipað, og tað vóru vit ovfarnir av. Men í 2. hálvleiki minti liðið meiri um soleiðis, sum tað plagar at vera.
Skála hevur verið partur av trimum javnleikum á rað,og Alexandur fegnast um úrtøkuna:
-Okkara lutur verður at stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini, og í tí stríðnum koma hesi stigini væl við.









