Alexandur brynjar spælararnar til revansju-uppgerðina

Tað var ikki tungt hjá Alexanduri Johansen, sum formaður í StÍF at halda røðu á StÍF-veitsluni leygarkvøldið. Alexandur Johansen, sum eisini er høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF viðurkennir, at KÌF spældi sín besta dyst ímóti StÌF nakrantíð.

 

Nú ræður um hjá StÍF at koma uppá hestin aftur. Fyrsta forðingin fyri at vinna upp á 2. plássið í Atlantic Airways kappingini, sum gevur atgongd til FM-finalurnar er ein revansju-uppgerð ímóti júst KÍF í Kollafirði, sunnudagin klokkan 16.

 

Tað ber til at hoyra prátið við Alexandur Johansen undir greinini.