Alexander og Jákup skulu lyfta KÍ

Alexander Djordjevic, sum tey bæði seinnu árini hevur vant KÍ-kvinnurnar, skal saman við Jákupi Mikkelsen venja Formula-liði hjá KÍ komandi kappingarár

Fótbóltur

 

Talan gjørdist um lokala loysn, tá KÍ tók endaligu avgerðina um, hvør skal venja Formula-liðið hjá felagnum í 2009.

Alexander Djordjevic hevur kanska ikki føroyskt pass, men síðani 2000 hevur hann búð í Klaksvík, har hann í dag eisini er giftur, so nógv meira lokalt enn tað sama verður loysnin ikki.

Sum spælari hevur Alexander royndir frá eitt nú jugoslaviska landsliðnum, eins og hann í drúgt áramál spældi í bestu jugoslavisku deildini, og árini, sum hann hevur verið í Føroyum, hevur hann eisini nýtt til at taka føroysku venjaraútbúgvingina, har hann nú er í ferð við at taka A-lisensin.

Og afturat sær hevur Alexander fingið ein royndan harra. Nevnliga Jákup Mikkelsen, sum í ár vardi KÍ-málið, umframt at hann í nógv ár hevur verið fremsti føroyski málverjin.

- Tað vóru ymisk nøvn uppi at venda, tá vit settu okkum niður at loysa venjaraspurningin. Og út frá tí, sum vit høvdu, so hildu vit, at hetta var tann besta loysnin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Tummas Lervig leggur afturat, at teir báðir verða javnstillaðir sum venjarar, og at tað ikki minst eru drúgvu royndirnar, ið báðir hava nomið sær sum spælarar, sum hava vigað tungt, tá avgerðin varð tikin.