Svenski miðvallarleikarin, Alexander Kacaniklic vísir seg frá einari heilt aðrari, sympastiskari síðu, enn tann freki, arroganti og ólátaligi landsmaðurin, Zlatan Ibrahimovic.
Ì samrøðu við svenska Aftonbladet undrast Alexander Kacaniklic á, at føroysku áskoðarnir, sum vóru komnir alla ta longu leiðina til Stockholm ikki sluppu at standa uppi og hoppa og stuðla sínum liði. - Eg haldi tað er løgið, at tey ikki sluppu at standa. Tað er stuttligt, at tey heppaðu og stuðlaðu sínum liði. Tað er løgið, at tey blivu tagd niður av vaktunum, sigur tann sympatiski, Alexander Kacaniklic.
Alexander Kacaniklic finst hinvegin at sínum egnu áskoðarum, at tey ikki møttu betri upp til dystin: - Tað er hóast alt ein HM-undankappingardystur, staðfestir Alexander Kacaniklic. - Sjálvt um tað er Føroyar vit spæla ímóti, so eiga fólk at møta upp til dystin, sigur Alexander Kacaniklic við svenska Aftonbladet.
Erik Niva, skribentur hjá Aftonbladet hølvar stemningin á Friends Arena av í einari klummu, har hann samanber stemningin við eitt dansigólv umborð á einari ferju í Eystursjónum.
Greinin í Aftonbladet kann lesast her : www.aftonbladet.se/sportbladet/fotboll/landslagsfotboll/vmkvalet/article16945948.ab









