37 ára gamli Aleksandar Jovevic er settur sum venjari hjá KÍ-kvinnum. Hann var í fjør venjari hjá besta mansliðnum hjá ÍF, og hevur eisini í fleiri ár vant yngri lið hjá ÍF. Hann skal nú venja besta kvinnuliðið hjá KÍ, sum í fjør var uttan venjara.
Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER
Heri Ellingsgaard, ið hevur ábyrgdina fyri KÍ-kvinnur fegnast um, at tað enduliga eydnaist at finna ein venjara, og leggur afturat, at ynski var at fáa ein venjara, ið hevur royndir á hægsta stigi bæði sum spælari og venjari, skrivar heimasíðan hjá KÍ.
Sáttmálin er galdandi hetta kappingarárið.