Í dag og fram til týskvøldið eru síðstu dystirnir í HM undankappingini. Tað er nú, at tað verður avgjørt, hvørji skulu spæla í HM endaspælinum í Russlandi næsta summar, og harvið verður tað eisini greitt, hvørji ikki skulu við.
Føroyar skulu spæla í Ungarn týskvøldið, men longu í kvøld er føroysk luttøka í HM undankappingini.
Í kvøld klokkan 19.45 fær Tjekkia vitjan av San Marino. Dysturin verður í Plzen í Tjekkia, og tað eru fýra føroyingar, sum fara at halda skil á.
Alex Troleis verður dómari. Andrew Christiansen og Dan Højgaard vera hjálpardómarar, og Petur Reinert verður fjórði dómari.
37 ára gamli Alex Troleis, sum er ættaður úr Brasil, hevur verið altjóða dómari síðani í fjør.
Dysturin í kvøld er fyrsti A-landsdysturin, sum hann dømir.
Alex Troleis var dómari í U-21 landsdystinum millum Noreg og Kosovo (0-3), sum var spældur tólvta juni í ár.
Alex Troleis dømdi fyrstu feð í Effo-deildini í 2011. Síðani 2013 hevur hann verið fastur dómari í bestu deildini.
Alex Troleis dømdi í fjør ein dyst í undankappingini til europeisku meistarakappingina.
Tað var millum FC Santa Coloma og Alashkert (0-0).
Í summar dømdi hann í somu kapping millum FCI Tallinn og Hibernians FC (0-1).
Í U-19 kappinginardysti millum Hammarby IF og Ajax (0-4) var Alex Troleis dómari 26. september í ár.
Í fjør dømdi hann tveir dystir í U-19 kappingini:
Breiðablik-Ajax (0-3) og Manchester City-Celtic FC (3-2).
Felags fyri Tjekkia og San Marino er, at tey hava ongan møguleika at vinna seg í HM endaspælið í Russlandi.
San Marino hevur tapt allar níggju dystirnar við málmuninum 2-46.
26. mars vann Tjekkia á útivølli 6-0 ímóti San Marino. Tjekka hevur tólv stig við málmuninum 12-10 og er nummar trý í bólki C – aftanfyri Týskland og Norðurírland.