Country- og gospelkonsertin í Trongisvági leygarkvøldið eydnaðist væl og fólk fegnaðust um at hoyra Alex Bærendsen aftur, men eisini Kristina og Hallur hugtóku Talan var um eina fjølbroytta konsert í høllini í Trongisvági leygarkvøldið. Mong gleddu seg óivað um at hoyra Alex Bærendsen aftur á føroyskum palli. Og hann gjørdi come-back og staðfesti sína støðu og tign.
Alex prógvaði, at hann enn er væl dámdur og hann fekk fólkini við, tá hann sang sínar kendu sangir, men eisini tilfar hjá t.d. Elvis var á skránni.
Dóttir hansara, Kristina Bærendsen, er eisini ófør sangarinna, og hon hevði eina sangskrá, ið bar brá av bluegrass tónleiki, og hesum tóku lurtararnir væl ímóti.
Tá Hallur Joensen kom á pallin var hæddarpunktið nátt, ongin ivi um tað, og til stillu løgini komu eldførini fram.
Dugnaligu tónleikararnir gjørdu sítt til at seta prikkin yvir i?ið.
Sera væleydna konsert, har eini 400 fólk vóru samankomin í høllini í Trongisvági.
Beint eftir kl. 21.00 bjóðaði Finn Johannessen, vælkomin
Síðani kom Elis Poulsen á pallin og presenteraði hann tónleikarar og
sangarar.
Konsertin vardi í góðar tveir tímar, og var tað í heilum at áhoyrarnir
reistust, sungu við og at lógvabrestirnir rungaðu.
Sama tiltak var roynt í Klaksvík millum jóla og nýggjár, og hóast
har vóru fleiri fólk, enn í Trongisvági, so var einki at taka seg aftur
í, at stemningurin her var framúr góður, kanska fleiri ferðir betur, enn
við fyrru konsertina í Klaksvík.
Fólkini aftanfyri VILT skipaði fyri konsertini.










