Alex Mellemgaard heldur fram á Toftum

Betri deildin menn: - Eg veit, eg havi meira at geva av mær, sigur argjamaðurin á Toftum

Mynd: (B68) Høgni Petersen, formaður í B68, og Alex Mellemgaard

B68 er av álvara í holt við at fyrireika seg til komandi kappingarár. Tað er ársveitsla í kvøld og nú er greitt, at Alex Mellemgaard aftur verður á skránni á Toftum komandi kappingarár.

 

- Eg eri glaður um at kunna halda framm og spæla við B68 komandi ár. Eg veit, eg havi meira at geva av mær, enn eg havi víst í ár. Eg trívist sera væl á Toftum, og eri spentur til næsta ár. Hetta er eina ungur og evnaríkur hópur, sigur hann við sosialu miðlarnar hjá B68.

 

Av øðrum kunnu nevnast at Fríði í Túni Petersen, Aron Reinert Petersen og tvíburðarnir, Aleksandur og Bárður Ó. Jensen, eisini halda fram. B68 hevur annars verið í fíggjarligum trupulleikum, men fyribils er støðan loyst og spælararnir hava fingið sína løn fyri í ár. Tað skrivar Sosialurin.

 

Mynd: (B68) Høgni Petersen, formaður í B68, og Alex Mellemgaard