Alex José dos Santos til HB

Fyrradagin setti HB eina kreppunevnd fyri at fáa skil á fíggjarliga óskilið í felagnum. Í dag boðar felagið frá, at teir hava gjørt sáttmála við ein av stóru leikarunum í føroyskum fótbólti seinnu árini. Talan er um brasiliumannin Alex Jose dos Santos, sum skiftir frá EB/Streymi.

 

Eyðun Samuelsen, sum er partur av nýggju kreppunevndini hjá HB sigur, at hetta samsvarar við framtíðar ætlanir hjá felagnum

 

- Hetta samsvarar við gongdina sum vit ætla fyri framtíðina, Tølini, sum vóru løgd fram á eykaaðalfundinum fyrradagin eru sonn, men felagið hevur nógvar góðar kreftir, sum standa saman um felagið, sigur Eyðun Samuelsen við Rás2.

 

Spurningurin er so um HB viðhaldsfólk kunnu vanta sær fleiri leikarar av somu styrki.

 

- Tað er ilt at siga um vit fáa fleiri leikarar av somu styrki, men vit arbeiða miðvíst við hópinum. Fyribils er heldur ikki talan um at nakar fer úr felagnum, men vit eru í samráðingar við allar leikararnar, sigur Eyðun Samuelsen.

 

Alex Jose dos Santos kom til Føroyar í 2004 frá danska Frem. Hann spæli í B36 fram til 2009, tá hann skifti til EB/Streym.