Alex gjørdist skurkur og hetja í Gundadali (FM1)

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá málunum í dystinum B36-HB 2-2, og hoyr Alex Mellemgaard sum var við í málum í báðum endum

##med2##

Tað endaði sum tað endar so ræðuliga ofta millum B36 og HB. Tað endaði við javnleiki, men ikki uttan dramatikk á vegnum. 

Alex Mellemgaard hjá B36 var so óheppin, at hann gjørdi sjálvmál tá 34 minuttir vóru farnir av dystinum. Seks minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Benjamin Heinesen til 1-1. Bert tríggjar minuttir seinni legði Brynjar Hløðversson HB á odda 2-1 við góðum stútari.

Langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat var Alex Mellemgaard við í málinum tá Benjamin Heinesen javnaði til 2-2 sum gjørdist endaliga úrslitið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum fýra málunum og dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Alex Mellemgaard, ið fór frá at verða skurkur til at verða hetja í dagsins dysti. B36 fór eftir sigrinum, men tá tap var í hendi kom javnleikurin væl við.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Símun Samuelsen hjá HB.

 

 

(B36-HB 2-2, málini, dystarendin og samrøða við Alex Mellemgaard)