Brasilski toftamaðurin, Alex Troleis gleðir seg til at sleppa at umboða Føroyar í strandaflogbólti saman við Jens Hera Bolstad Mortensen.
Alex ásannar eftir at hava sæð mótstøðumennirnar vant, at hann og Jens Heri fáa nóg mikið at síggja til, tá teir skulu dystast ímóti Bermuda og Minorka í morgin klokkan 10 og klokkan 16 lokala tíð.
Alex ætlar at skelda inn á dómarin, um hann er ósamdur við einari avgerð hjá dómaranum.
Í ljóðbrotinum ber til at hoyra eina samrøðu in.fo gjørdi við Alex Troleis beint aftaná setanina.