Alex: Eg visti av ongum

Alex Mellemgaard er ein av fimm nýggjum á landsliðnum

Undan hesum kappingarárinum skifti Alex Mellemgaard til B36 frá AB, eftir at hann hevði verið burtur frá fótbólti í eitt ár. Hann vigaði og nógv, og hann var í iva um hann var nóg góður til at byrja á liðnum hjá B36. Í gjár fekk hann saman við fýra øðrum, Bárði Hansen, Hørðuri Askham, Brandi H. Olsen og Róaldi Jakobsen, á fyrsta sinni boð til landsliðið.

 

Les eisini: Fimm nýggir á landsliðnum

 

- Eg visti at eg var ein av fleiri, sum var í einum bruttu hópi, ið skuldi til myndatøku, men eg væntaði ikki at blíva úttikin. Tað sigur Alex Mellemgaard, sum fekk boðini í bilinum á veg heim eftir dystin sunnudagin, meðan hann lurtaði eftir tíðindafundinum á Rás2.

 

- Tú blívur sjálvandi glaður. Tað merkir, at tú ert við og at onkur heldur eyga við tær. Tað ger eisini, at tú vildi stríðast meiri fyri tí, sigur Alex Mellemgaard við in.fo.

 

Hóast evnini altíð hava verið eyðsæð, so hevur Alex Mellemgaard aldrin spælt í eini landsliðstroyggju enn.

 

- Eg havi vant við U17, U19 og U21, men eg havi ongan dyst spælt. Skuldi eina ferð við U19 landsliðnum, men bleiv skaddur, sigur Alex Mellemgaard, sum er 22 ára gamal.

 

Væntaði ikki at byrja í B36

 

Vinstri bakkurin valdi í fjør at taka frí frá fótbóltinum. Undan hesum kappingarárinum valdi hann at skifta til B36.

 

- Eg hevði ikki spælt í eitt ár og eg vigaði alt for nógv. Eg kláraði heldur ikki at spæla ein fullan dyst at byrja við, men liðið er gott, venjarin er góður og tað heur hjálpt nógv, sigur Alex Mellemgaard, sum hevur spæla fast á vinstra bakki hjá B36 næstan alt ár.

 

Lars Olsen, landsliðsvenjari, sigur at hann legði tíðliga merki til evnini hjá Alex.

 

- Alex Mellemgaard legði eg til merkis tíðliga í ár. Hann hevur staðið seg framúr væl, og tað er hugaligt, at vit her hava tveir vongverjar, sum eru góðir fótbóltsspælarar. Samstundis hava teir gott máltev, sigur Lars Olsen um Alex Mellemgaard og Bárð Hansen, ið somuleiðis er nýggjur á landsliðnum.

 

Føroyska landsliðið spælir sunnudagin 7. september á Tórsvølli móti Finnlandi. Talan er um fyrsta dystin í EM 2016 undankappingini.