Saman við Poul Michelsen, formanni í Framsókn og landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, fara tey bæði at lýsa avbjóðingar og sjónarmið út frá ávikavíst grønlendskum og føroyskum sjónarhorni.
Aleqa Hammond er fyrrverandi forkvinna í siumut og núverandi fólkatingslimur fyri Grønland. Aleqa Hammond ber orð fyri at vera bersøgin og fer vónandi við greiðari talu at siga okkum frá um Grønlendskar avbjóðingar við ríkisfelagsskapinum.
Ein donsk embætismannafrágreiðing, ið kom fram í vikuni, staðfestir at Danmark hevur egin áhugamál at røkja í m.a. Arktis uttan mun til at Føroyar og Grønland eisini hava egin uttanríkispolitisk áhugamál.
Hetta hevur elvt til nógv kjak á politiskum støði í Grønlandi og í Føroyum og bæði Aleqa Hammond og Poul Michelsen hava tikið til orða um, at Føroyar og Grønland fáa ov lítið pláss í danska uttanríkispolitikkinum.
- Danmark og Føroyar hava hvør síni áhugamál í uttanríkismálum. Taksøe frágreiðingin, sum helst verður grundarlagið undir donskum uttanríkispolitikki næstu árini, er niðurgerandi fyri Føroyar, segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum við KVF fyrr í vikuni.
- Føroyar og Danmark hava hvør síni áhugamál, og tí ber ikki til at tosa um EIN uttanríkispolitikki fyri alt ríkið, sigur hann.
Aleqa Hammond var landsstýrisforkvinna, men mátti fara frá, tá tað kom fram, at hon hevði nýtt yvir 100.000 krónur úr landskassanum til egnar flogferðaseðlar og gisting á hotelli.