Aleqa kannar samgongumøguleikar

Seinnapartin fer sigursharrin á valinum í Grønlandi, Aleqa Hammond, at kanna tað politiska landslagið fyri at vita, hvørjir samgongumøguleikar eru. Umboð fyri hinar fýra flokkarnar eru boðin á skrivstovuna hjá Siumut í tinghúsinum í Nuuk, og Aleqa Hammond hevur sagt, at hon fer at lurta eftir øllum, og at allir møguleikar standa opnir.

-Vit hava ongan skund. Okkara veljarar og fólkið sum heild hava krav uppá, at vit fyrireika okkum væl, so vit kunnu tryggja landinum eina góða framtíð, sigur Siumut-forkvinnan fyri kringvarpið NRK. Hon sigur, at flokkurin hevur nøkur høvuðsmál innan ráevnaøkið, fiskivinnuna og arbeiðsloysið.

Sambært vallógini hevur Siumut fimm vikur til at skipa samgongu, og grønlendskir fjølmiðlar siga, at møguleikarnir eru fleiri. Ein er ein breið samgonga millum Siumut og IA, og ein annar er, at Siumut velur at skipa eina smala samgongu saman við Atassut, Partii Inuit ella Demokratunum, sum hava tveir tinglimir hvør. Ein triði møguleiki er, at Siumut skipar samgongu saman við IA og Atassut ella saman við IA og Partii Inuit.