Tað hevur verið buldrasligt um Alequ Hammond, nú fyrrverandi fólkatingslim, úr Siumut í Grønlandi.
Fyri nøkrum árum síðan mátti hon trekkja seg úr grønlendskum politikki tí hon hevði havt eina ovurnýtslu av almennum pengum.
Nú var galið aftur. Hon hevur seinasta árið umboða Siumut á Fólkatingi. Har hevði hon fingið útvega eitt gjaldskort, ið einans skuldi nýtast til ferðaútreiðslur í samband við fundarvirksemi.
Nú vísir tað seg tó, at hon hevur brúkt útvið kr. 13.000 til egið brúk. Hon sigur sjálvt, at tað var í eini neystøðu, tí onkur óviðkomandi hevði fingið fatur í hennara egna korti og tí mátti hon nýta kortið, ið hon hevði fingið frá Fòlkatinginum.
Ungdómsdeildin hjá Siumut var skjót úti og tók frástøðu frá Alequ Hammond og Kim Kielsen, formaður í Siumut, segði, at flokkurin fór at taka málið upp innanhýsis í flokkinum áðrenn tey gjørdu meir.
Nú er hamarin so fallin. Kim Kielsen og Siumut góvu Hammond møguleika at trekkja seg úr Siumut sjálv. Tað vildi hon tó ikki tí hon metti tað verða at svíkja sínar veljarar um hon fór av Fólkatingi.
Tað fók flokkurin so avleiðingarnar av og koyrdi Alequ Hammond úr flokkinum.