Aleksander Samuelsen, 23 ár

- Eg bleiv av fyrsta tíð blóðgevi, av tí at pápi mín hevur latið blóð í nógv ár eftirhondini, so eg havi altíð vitað um tað. Tá eg var 19 teknaði eg meg so til skipanina, og eg gevi framvegis blóð regluliga.

Mær dámar væl tankan um, at eg kann geva nakað, sum fyri onkran persón er ógvuliga týdningarmikið. Og tá eg kann lata blóð, so geri eg sjálvandi tað