Aldursmarkið skal hækkast

Tað skal í Danmark verða forboðið fyri 16 ára gomul at keypa rúsdrekka í framtíðini. Aldursmarkið skal hækkast til 18 ár, sigur fyribyrgingarráðið hjá donsku stjórnini. Ikki fyrr enn teirra 18 ára føðingardag, skulu ungir danir fáa loyvi til at keypa rúsdrekka í Danmark.

Hesi eru boðini frá fyribyrgingarráðnum hjá donsku stjórnini, skrivar Ritzau.

Sambært ráðnum, ið hevur granskað í ávirkanini av at hækka aldursmarkið frá 16 til 18 ár, vil forboðið senda eitt sterkt signal til tey ungu.

Samstundis við, at aldursmarkið skal hækkast, skal tað eisini gerast torførari at bróta lógina.

 

Fyribyrgingarráðið hjá donsku stjórnini leggur í dag fram eina rúgvu av tilmælum, ið skulu fáa danir til at liva longri. Málið er, at miðallivialdurin skal hækkast við trimum árum, danir skulu hava fleiri frísk ár, og skulu leggja størri dent á heilsu. Ráðið hevur í alt 52 tilmæli, innan átta øki, har ímillum rúsdrekka. Sambært Ritzau, hevur ráðið eisini umhugsað at broyta avgjøld á rúsdrekka, soleiðis at rúsdrekka, ið er serliga ætlað ungum fólki, skal gerast dýrari í framtíðini.

Men sambært ráðnum vil tað verða meira effektivt at hækka aldursmarkið við tveimum árum, enn bert at hækka avgjøldini. Hagfrøðiliga vísir tað seg, at tey ungu í Danmark byrja at drekka áðrenn ung fólk í Norra og Svøríki. Samstundis drekka tey ungu í Danmark munandi meira.