Aldursformaðurin skal seta Løgtingið

Tað verður tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum úr Vági, Henrik Old, ið sum aldursformaður skal seta nýggja tingið, sum helst kemur saman 22. desember.

 

Sambært tingskipanini er tað elsta fólk á tingi, sum setur Løgtingið á fyrsta fundi eftir eitt løgtingsval.

Tað stendur í grein 2 í tingskipanini.

Í grein 1 í tingskipanini stendur, at á fyrsta løgtingsfundi eftir val koma saman í tinginum tey, sum hava fingið valbræv frá valnevndini. Í stk 2 stendur, at tey kunnu bara umrøða og atkvøða í spurninginum um valgildi.

Í grein tvey stendur, at elsta fólk á tingi á aldri, aldursformaðurin, tekur sæti í formanssessinum sum fyribilsformaður og heitir á fimm vald at kanna valbrøvini.

Nýggja tingið verður sett í seinasta lagi 22. desember.