Aldurin hevur einki at siga

Hóast ein er farin at nærkast teimum áttati árunum, er eingin orsøk at leggjast inni ella leggjast uppi fyri tað.
Tað er Agnar Nielsen í Vestmanna eitt gott dømi um: Hóast sín høga aldur, søkir hann framvegis sjógvin. Mikudagin fekk hann enn ein stóran hemara.

- Eg dugi ikki akkurát at siga tær, hvussu nógv hesin hemarin vigaði. Men hann mundi liggja um tey 300 pundini, sigur 78 ára gamli Agnar Nielsen við Sosialin.
Hetta er ikki fyrsti hemarin, sum Agnar hevur hálað innanborða í vetur. Í roynd og veru er hetta tann fimti.
Í fjør var munandi størri fiskieydna – ella hemaraeydna – við Agnari enn í ár. Men alt hevur sína frágreiðing.
- Eg kundi helst havt fingið onkran hemara aftrat í vetur. Men, satt at siga, so hevur tað viðrað so stak illa í ár, greiðir Agnar frá.
Hóast sesongin fyri hemaraveiðu man vera av á hesum sinni, hevur Agnar ikki heilt mist vónina um at fáa ein aftrat í ár.
Tí, sum hann sigur:
- Alt er so forskotið nú á døgum. Kann vera at onkur hemari aftrat er harúti!

Fimm í ár
Aðrastaðni á síðuni verður nevnt nakað av tí, sum Agnar hevur arbeitt við í sínum langa lívi.
Upprunaliga er hann útbúgvin skipstimbrari, og hevur verið bedingsmeistari og seinni stjóri á Vestmanna Skipasmiðju, eins og hann starvaðist sum kavari í nøkur ár.
Hetta virkna lívið hevur hann hildið fram við í eftirlønaraldri sínum. Tá so er, er báturin eitt hent amboð at stytta sær stundir við. Og hví ikki royna seg við aðrar menn í hemaraveiðu?!
Agnar luttók ikki í kappingini Shark Atlantic í ár, men hetta hevur kortini ikki forðað honum í at vera sera íðin í hemaraveiðuni.
- Í fjør fekk eg 20 hemarar, men higartil í ár havi eg so einans fingið fimm, sigur Agnar.

- Ein túr aftrat
Mikudagin í farnu viku legði hann aftur til brots – vestur í Mykinesfjørðin, har hann so mangan hevur havt hemaraeydnuna við sær.
Vónirnar um at fáa ein hemara aftrat vóru kanska ikki góðar, nú komið er so langt út á árið.
Vikuna frammanundan var áðurnevnda hemarakapping í ár endað, helst tí at menn væntaðu, at neyvan vóru fleiri hemarar at fáa í vetur. Men tað vildi betri til enn so hjá Agnari.
- Vónin hjá mær var, at hemararnir kanska vóru heldur seinir á veg í ár. Og mín sann um tað ikki beit á, sigur hann ikki sørt errin.
Hann hevur verið á hesi fiskileiðini fleiri ferðir, men aldrin hevur hann borið eyga við nakran annan bát í somu ørindum sum hann.
Teir flestu sum luttóku í hemarakappingini fingu sínar hemarar í nánd av Kirkjubønesi. Men her í Mykinesfjørðinum finnast altso eisini hemarar.
- Eg ætli mær so á ein túr aftrat eftir hemara, sigur Agnar.

Ein kunstur at møða hemaran
Tá Agnar er á hemaraveiðu er hann einsamallur í bátinum. Her er talan um ein góðan norskan bát.
Hann brúkar vanliga tveir-tríggjar húkar, sum hann síðani festir á hvør sína boyu. Hetta hevur verið til fyrimuns fyri hann.
Agnar greiðir frá, at hetta við boyuni er fyri at spara orku. Ein er ikki heilt ungur longur!
- Tá hemarin hevur bitið á, lati eg hann bara arbeiða ímóti boyuni eina góða løtu – kanska upp í ein hálvan tíma ella so.
- Á henda hátt møðast teir eitt sindur, og eru so lættari at fáa innanborða. Her er jú talan um rættiliga stórar fiskar, minnir Agnar á.
Hemararnir, hann hevur fingið í vetur, hava allir ligið um tey 300 pundini, - nøkur fá kilo hava verið á muni millum tann størsta og tann minsta. Hinvegin so fekk hann ein í fjør, sum vá 400 pund!
Hevði hann fingið hendan í vetur, og hevði hann haraftrat luttikið í kappingini Shark Atlantic, hevði hann fingið 1. heiðurslønina sannførandi!



Slapp av við sjóverkin
Agnar Nielsen hevur roynt mangt og hvat í sínum langa lívi, og hevur verið virkin bæði á sjógvi og landi. Hann hevur brúkt nógv tíð innan kirkju og missión og aðrar felagsskapir.
Hann hevur millum annað verið løgtingsmaður í samfull 20 ár, og var har løgtingsformaður í tvey tíðarskeið.
Sum ungur var Agnar sera ringur av sjóverki. Men nú er tað fullkomuliga burtur.
- Nú kann rulla, sum tað rulla vil. Eg merki so einki til nakað sjóverk.
- Ja, tað er fantastiskt at kunna njóta sjólívið uttan at skula hugsa um sjóverkin allatíðina, greiðir Agnar frá.