Aldurin at fáa valrætt skal lækkast niður í 16 ár

- Valrættaraldurin skal lækka niður í 16 ár
Tað halda limirnir í framhaldsdeildini, sum mándagin og í gjár hava mannað ungdómstingi á Føroya Løgtingi.
Tað vóru næmingarnir í Miðvágs-Sandavágs Skúla, sum løgdu uppskot fyri Ungdómstingið um at lækka valaldurin so at rætturin til at velja verður lækkaður niður í 16 ár.
Men tað var við teprum meiriluta, at uppskotið varð samtykt, tí 17 atkvøður av teimum 33 tinglimunum vóru fyri
Tey, sum eru ímóti at lækka valaldurin halda, at tey eru ikki myndug fyrrenn tey eru 18 ár og at tað er hóskandi, at valaldurin fylgir tí.

Ongan rætt
Hinvegin siga uppskotsstillararnir, at vallógini hevur einki krav um at vera búgvin politiskt ella hava serstakan intelligens fyri at taka eina
politiska støðu og valaldurin snýr seg júst um tað: At taka støðu.
- Tað verður væntað av teim ungu, at tey taka avleiðingar sum vaksin, og tey krøv, sum samfelagið setir teim ungu, eru ikki í samsvari við, at vælrættaraldurin er 18 ár.
- Sum dømi um hetta kann nevnast, at vit longu í 8. flokki í fólkaskúlanum skulu velja fak, sum kunnu fáa avleiðingar fyri restina av lívi okkara.
- Annað dømi er arbeiðsmarknaðurin. 16 ára gomul eru vit flest øll í størri ella minni mun kny?tt at arbeiðsmarknaðinum. Har eru ongar sersømdir fyri ung, annað enn at vit fáa minni løn.
- Viðvíkjandi tí kriminella lágaldrinum, er eitt vanligt prinsipp í demokratinum, at fólkið sjálvt skal gera av, hvørjum lógum tey verða dømd eftir. Í lógaverkinum verður hildið, at vit eru nóg vaksin at verða dømd sambært lóg, tá ið vit eru 16, men samstundis skulu vit bíða, til vit eru 18, áðrenn vit kunnu ávirka, hvussu lógirnar vera.
- Vit halda, tað vera beinleiðis ódemokratiskt og órættvíst, at vit eru nóg vaksin at dømast, og átti tað tí at verið minsta krav, at vit eru nóg vaksin til
at gera av, hvussu lógin skal verða, siga tey, sum vilja lækka valrættaraldurin.