Í samband við Heystframsýningina í gomlu stálgoymsluni á Tórshavnar Skipasmiðju, verður konsert sunnudagin 25. september kl. 16.00, har ið limir úr Aldubáruni fara at borðreiða við tónleiki. Tónleikurin er allur skrivaður í 20. øld, byrjandi við franska tónaskaldinum Claude Debussy og so ein perlurøð av mætastu nútíðartónaskøldum, m.a. Berio, Krenek og Kurtag.
Aldubáran er mannað eitt sindur annarleiðis hesuferð. Bert trý fólk. Floyta, trombon og guitar. Vegna tess, at regluligi floytuleikarin Andrea Heindriksdóttir er stødd uttanlanda, hevur Bernharður Wilkinson játtað at vera við á floytuni. Bernharður er mest kendur her heima sum dirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri, men er hann framúr floytuleikari og hevur ferðast víða um við sínum floytukynstri. Bernharður byrjaði longu sum smádrongur at syngja í Westminster Choir. Síðani gekk hann á Royal Manchester College of Music. Sum kamartónleikari hevur hann framført í m.a. Wigmore Hall, Carnegie Hall, Sydney Opera House.
Andras Olsen á trombon og Ólavur Jakobsen á guitar, fáa gleðini av hansara royndum og samstundis høvi at royna tann serstaka akkustikkin, ið er í hølunum á Skipasmiðjuni.
Andras er júst undir fyrireikingum til endaligu konsertini á Kongaliga Tónlistarskúlanum í Keypmannahavn, har ið hann í vár hevur sokallaða debutkonsert. Hetta er próvtøkan og er tað ein almenn konsert. Andras fer at framføra partar av hesi konsert og býðst høvið at hoyra m.a. sera tórføra og krevjandi verkið Sequensa hjá italiumanninum Luciano Berio.
Framsýningin og konsertin er í grøna bygninginum. Inngongdin er sunnanfyri. Høvið er sjálvandi at skoða framsýningina í steðginum á konsertini. Ókeypis atgongd er til konsertina.
Framsýningin verður leygardagin kl. 15.00 og tá fer Andras Olsen at framføra á trombonini.
Konsertin við Aldubáruni er sunnudagin kl. 16.00










