Alduorkuverk á stødd við 2 fótbóltsvallir

Bretska felagið Ocean Wavemaster ger í hesum døgum tær seinastu kanningarnar av einum alduorkuverkið, sum ætlandi skal liggja í Norður-Atlantshavinum, skrivar ing. dk. Í stødd verður alduorkuverkið sum tveir fótbóltsvallir. Verkið fer at framleiða 440 gigawatttímar um ári, við at gera nyttu av trýstmuninum á aldutoppinum og aldudalinum.

Orkuverkið skal liggja undir havyvirflatuni.

Projekteringsfelagið The Nortern Energy Initative ger nú útrokningar, um hvussu byggjast skal, fyri at orkuverkið skal halda á opnum havi, skrivar blaðið The Engineer.

Tað skulu eisini fleiri aðrir tekniskir trupulleikar loysast, ein er at flyta orkuna til lands frá alduorkuverkinum, sum helst skal liggja á opnum havi har aldurnar eru størst, eitt annað er at ankra orkuverkið, sum skal liggja beint undir havyvirflatuni, fyri at gera mest nyttu av aldunum.

Ocean Wavemaster brúkar trýstmuninum á aldutoppinum og aldudalinum. Tað er í prinsippinum møguligt at útvinna orku av 75% av trýstmuninum, skriva konstruktørarnir á sínari heimasíðu.

Útrokningar vísa, at eitt slíkt orkuverk, sum er 200 x 50 metrar er ført fyri at framleiða 50MW. Tað skuldi givið eina árliga framleiðslu uppá 440 GWh, sum svarar til eins skerjing av CO2-útlátinum uppá 190.000 tonsum.

Til samanberðingar kann nevnast, at eitt slíkt alduorkuverk hevði framleitt eins nógv, sum SEV tilsamans framleiddi í 2007.