Dávur Winther
??????
Páll Sólstein hevur ofta verið í Føroyum og spælt í ymiskum tónleikahøpi, kanska flestu ferðir í Føroya Symfoniorkestri. Hann er útbúgvin valdhornspælari og hevur sín gerandisdag á Kongaliga Kapellinum sum hornspælari.
Allar tangentarnar
Løgini og útsetingarnar vístu, at Páll hevur hollan tónleikaligan kunnleika, við støði í tí klassinska. Tó lat hann ikki heilt sína fortíð liggja, sum gamal rokktónleikari í ymiskum orkestrum í Klaksvík, sum ungur. Hetta kom til sjóndar í fleiri løgum, har Páll hevði valt at hava ein rútmiskan bass undir, og slapp Arna Ludvík sera væl frá sínum bass leikluti.
Við í tónleikinum var eisini ein feril av jazz og nýmótans sniði. So Páll Sólstein vísti við sínum nýggja tónleiki, at hann kann spæla uppá "allar tangentarnar." Annars gevur hesin samansetningur av instrumentum eina sera fjølbroytta ljóðmynd, soleiðis at tú sum áhoyrari ongantíð keddi teg. Men heldur nutu oyruni margfeldni í tónleikinum.
Sangarnir Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen vóru ein spennandi greipa, sum stuðlaðu væl hvønnan annan ? men vístu sanniliga sín førleika einsæris eisini. Tey megnaði væl at lúka teimum krøvum, sum verða sett til klassiskar sangarar.
Symfoniskt og heilskapað
Tónleikabúnin við tí serligu útsetingini, gav hvørjum ljóðføri sær møguleika at vísa og royna seg. Tó legði eitt heilskapað og symfoniskt samspæl framførsluna á eitt serligt støði.
Páll Sólstein hevur víst hvør hann er ? Tað er stuttligt, at ein so væl útbúgvin maður, sum hevur ein so krevjandi dag, eisini tekur sær stundir til at lata føroyskan skaldskap í ein so serstakan og tignarligan búnað og lata okkum fáa lut í hesum. Konsertir vóru í Atlantis fríggjakvøldið og í Læraraskúlahøllini sunnukvøldið.
Konsertin fríggjakvøldið var ein serlig uppliving av teimum fáu og mentanarhúsið Atlantis var ílatið í serstakan og hugnaligan búnað til høvið.
Hesaferð spældu í Aldubáruni:
Ólavur Olsen - trompet
Andras olsen - trombone
Sámal Peteren ? violin
Jógvan Zachariasen ? fagot
Ólavur Jacobsen ? guitar
Andrea Heindriksdóttir ? floytu
Arna Ludvík ? bass
Stamen Stantchev - klaver
Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen - sang
Páll Sólstein ? horn og klaver
?????
Løgini vóru gjørd til hesar yrkingar:
Rennur áin morgunglað - eftir Christian Matras
Mei mynd
Barnsligt minni
Reikar tú úti um kavalond
Í mei er so stuttligt - eftir Tummas N. Djurhuus
Kvøld - eftir H. A. Djurhuus
Lív - eftir Steintór Rasmussen
Hoyrdu tit havsins andalag - eftir William Heinesen ? Týðing Chr. Matras
Veðurhvíld á vetri
Træið