Seinnapartin verður forvitnislig várkonsert við Aldubáruni á Listasavni Føroya
Á konsertini er Aldubáran mannað við einari strúkikvartett, og tey, sum spæla, eru Sámal Petersen1. violin, Jón Festirstein 2. violin, Angelika Nielsen bratsj og Tóri Restorff Jacobsen sello.
Á konsertini fara trey at spæla tríggjar strúkikvartettir. Ein er eftir Kára Bæk, og sum verður frumframførd. Hinar báðar eru frá í fjør, onnur eftir Atla Petersen og hin eftir Kristian Blak. Á konsertini spælir Angelika eitt solostykkið eftir Kristian Blak, ið eitur Álvarann, og Jón og Sámal spæla eina duo eftir Kára Bæk.
Várkonsertin hjá Aldubáruni verður á Listasavni Føroya í dag klokkan 16.30, og atgongdin er ókeypis.