Aldubáran væl mannað til Listastevnuna

Trý nýggj verk frá føroyskum tónaskøldum eru á skránni, tá Aldubáran leygarkvøldið fer at hava konsert í Norðurlandahúsinum

Fleiri nýggir tónleikarar eru komnir við í Aldubáruna, nú fremstu klassisku tónleikararnir í Føroyum í næstum fara at hava forvitnisliga konsert í sambandi við Listastevnua, sum fer av bakkastokki í dag.
Tólv tónleikarar eru við í bólkinum hesuferð, og hetta er størsta talið síðan bólkurin byrjaði at spæla í 1995. Tá vóru sjey tónleikarar við.
Nýggj í bólkinum eru Andras Olsen á trombon og brøðurnir Rúni og Øssur Bæk á violin. Hetta er frystu ferð, at ljóðførið trombon er við í tónleikinum hjá Aldubáruni.
Rúni Bæk er júst liðugur á tónleikaskúla í New York, og hann flytir í næstum til Maleisia, har hann skal arbeiða sum tónleikari. Harumframt eru eisini fýra tónleikarar úr Íslandi og Danmark við hesuferð.
Onnu Klett barst frá at luttaka á hesi konsertini, tí at hon í hesum døgum skal framføra í Tivoli í Keypmannahavn. Hendan møguleikan fekk hon eftir at hava vunnið eina ummælaravirðisløn.

Filmur og tónleikur
Á konsertini leygarkvøldið verða trý nýggj verk, sum eru skrivað av føroyskum komponistum, framførd.
Talan er um City Pictures eftir Edvard Nyholm Debes, Melodrama eftir Trónd Bogason Hansen og Four Gardens eftir Sunleif Rasmussen. Hesi verk hava ongantíð verið framførd áður. Verkini hjá Edvardi og Tróndi hevur Listastevnan bílagt til júst hetta høvið.
? Tað er mangan torført at siga nakað um sín egna tónleik, men eg kann siga hvørjum eg havi fingið íblástur av til verkið, og tað eru býarmyndir, sum heitið eisini ber boð um, sigur Edvard Nyholm Debes um sítt verk.
Hann hevur í hesum sambandi flættað ein film inn í framførsluna av verkinum. Hesin filmurin vísir nakrar býarmyndir frá einum knútapunkti í høvuðsstaðnum tó uttan av avdúka, júst hvat fer fram í filminum. Hetta er ein forvitnislig samanblanding av klassiskum tónleiki og filmi.
Verkið hjá Sunleivi Rasmussen er eitt preludium til eina komandi opera, sum sandingurin arbeiðir við í løtuni.
Harumframt verða verk eftir György Ligeti og Béla Bartók, báðir úr Ungarn, framførd.

Knýta nýggjar tónleikarar at sær
Ólavur Jakobsen, sum spælir gittar í Aldubáruni, heldur, at tað er umráðandi, at ungir og nýútbúnir tónleikarar verða knýttir at bólkinum.
? Endamálið hjá okkum er at økja um talið av tónleikarum í bólkinum, og vit royna at innlima nýggjar tónleikarar so hvørt, sigur Ólavur Jakobsen. Langtíðarætlanin hjá bólkinum er at gera eitt lítið klassiskt orkestur við dirigenti.
Dirigentur hesuferð verður íslendingurin Bernharður Wilkinson, sum hevur sera nógvar royndir á tí økinum, og hann hevur áður samstarvað við Aldubáruna.
Bernharður ella Benny, sum tónleikararnir kalla hann, flytir til Føroyar í næstum, her hann skal búgva í eitt ár, og vónandi verður ein góður fongur hjá føroyskum tónleikalívi.

Flyta seg undir konsertini
Eitt annað áhugavert við konsertini hjá Aldubáruni er, at tónleikararnir fara at flyta seg undir framførsluni.
Ætlanin er, at tónleikararnir skulu skifta pláss av og á, so at tey ymsu ljóðini frá ljóðførunum koma ymsastaðni frá í salinum. Hetta fer eftir ætlan at gera tað meira spennandi hjá áhoyrarunum.
Aldubáran í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið klokkan 19.30.

Manningin:
Andrea Heindriksdóttir, floyta
Eydís Franzdóttir, obo
Ármann Helgason, fagott
Páll Sólstein, horn
Andras Olsen, trombon
Sámal Petersen, violin
Rúni Bæk, violin
Øssur Bæk, violin
Uffe Wissing, viola
Frederik Waage, cello
Ólavur Jakobsen, gittar
Jóhannes Andreasen, klaver