Aldubáran í uppskoti til tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins

Føroyski tónleikabólkurin Aldubáran telist millum uppskotini til at fáa tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins seinni í ár. Í Aldubáruni taka tey innstillingina sum eina viðurkenning av tí arbeiði, sum tey gera.

Herfyri kunngjørdi Norðurlandaráðið nøvnini á teimum, sum eru í uppskoti til at fáa tónleikavirðisløn ráðsins í ár. Í ár eru tað bert sonevnd ensemblir, so sum Aldubáran, ið eru innstillaði, og Aldubáran er ein av tilsamans ellivu kandidatum úr øllum Norðurlondum.

Taka tað sum eina viðurkenning
Ein av limunum í Aldubáruni er gittarleikarin Ólavur Jakobsen. Hann sigur, at Aldubáran tekur tað sum eina viðurkenning av arbeiðnum hjá sær, at tey nú eru innstillaði til norðurlendska heiðurin.
- Vit eru ómetaliga errin av at verða innstillaði saman við hinum ensemblunum, ið eru í uppskoti, tí talan er um ensemblir á allarhægsta støði, sigur Ólavur Jakobsen.
Ólavur Jakobsen heldur tað hava sera stóran týdning fyri ensembli-tónleikin, at fokus soleiðis verður settur á hesa tónleikagrein, sum vanliga ikki fær so nógva umrøðu.
- Hetta slagi av tónleiki er sjáldan at síggja á forsíðunum, hvørki her heima ella í grannalondunum, men við innstillingunum til tónleikaheiðurslønina, hevur ensembli-tónleikurin verið nógv umrøddur í miðlunum í grannalondunum hjá okkum, sigur Ólavur Jakobsen.
Umframt sjálvan heiðurin fær vinnarin av tónleikaheiðurslønini hjá Norðurlandaráðnum eisini ein kekk áljóðandi 350.000 krónur. Vinnarin verður avdúkaður í Århus tann 9. juni, og umboð fyri Aldubáran verða sjálvsagt hjástødd.

Jubileumskonsert í summar
Aldubáran hevur annars nógvar ætlanir fyri framman. Bólkurin hevur í ár 10 ára jubileum, og í hesum sambandi fer Aldubáran at hava eina jubileumskonsert í Norðurlandahúsinum síðst í juni mánað.
Føroyska tónleikaskaldið, Sunleif Rasmussen, situr í løtuni og skrivar eina operu, og hesum arbeiði er Aldubáran eisini knýtt at. Nýggja operan verður tó ikki liðug fyribils, men verður væntandi framførd á fyrsta sinni komandi vár.