Aldubáran til Eysturríkis við Beethoven og Sunleifi í skjáttuni

Í hesum døgum eru 5 tónleikarar úr tónleikabólkinum Aldubáruni ávegis til Eysturríkis at hava konsertir. Millum annað vera konsertir í Wien, verðins miðdepil innan klassiskan tónleik. Talan er um 3 konsertir í Wien og eina í býnum Zwettl, ið liggur nærindis eysturríkska høvuðsstaðnum

Hjá klassiskum tónleikarum at framføra í Wien, er stórur heiður og ikki smávegis avbjóðing. Býurin er framvegis mettur sum miðdepil innan klassiskan tónleik og hevur verið tað líka síðani Beethoven og Mozart búleikaðust har.

Aldubáran fer at framføra nýskrivaðan eysturríkskan og føroyskan tónleik. Á tí eini konsertini, fer bólkurin bert at framføra føroyskan tónleik. Hetta er sjálvandi fyri okkum kend og heimlig nøvn sum m.a. Sunleif Rasmussen, Kristian Blak og Kári Bæk men spennandi verður at hoyra, hvussu teim kræsnu Wien-búgvunum dámar henda tónleikin.

Við sær til Eysturríkis hava tey í Aldubáruni sjálvandi eisini verk úr tí klassisku tíðini. Violinsonata eftir Beethoven, duettir hjá Lutoslawski og sologittarverk hjá Sor eru krýdd omaná.

Aldubáran og Felagið Føroysk Tónaskøld hava úr Eysturríki fingið áheitan um samstarv frá tónaskaldafelagnum OEKB og frá tónlistaráhugafelagnum INOEK.

Konsertir verða á hesum støðum:

Fríggjadagin 5. oktober, Schoenberg-Zentrum (Wien),

Sunnudagin 7. oktober, Universität für Musik und darstellende Kunst (Wien),

Mánadagin 8. oktober, Haus der Komponisten (Wien)

Týsdag 9. oktober, Stadtsaal (Zwettl).

Tónleikararnir, ið fara á hesa konsertferð, eru Anna Klett, klarinett, Andrea Heindriksdóttir, floytu, Øssur Bæk, violin, Ólavur Jakobsen, gittar og Jóhannes Andreasen, klaver

Meira er at frætta á : www.aldubaran.com