LISTASTEVNAN
Fyrireikingarnar til komandi Listastevnuna er væl ígongd. Fyrr í vikuni frættist, at víðagitni rithøvundurin Fay Weldon leggur leiðina til Føroya í august.
Fyrireikararnir hava eisini sett klassiska tónleikabólkin Aldbubáruna á skránna á Listastevnuni, sum verður í døgunum 7. til 17. august.
Oddvá Nattestad, samskipari, upplýsir, at Aldubáran mest sannlíkt fer at hava eina konsert.
Afturat Aldubáran verður kenda norska songkvinnan Mari Boine við á Listastevnuni. Enn er alt ikki heilt komið undir land, men tað er líka við, verður upplýst.
Mari Boine hevur víst áhuga fyri at koma til Føroya, og nú skulu teir síðstu smálutirnir fáast frá hondini.
Mari Boine er av samiskum uppruna, og hon hevur rættiliga vakt ans í útheiminum.
Sjálv spælir Mari Boine fleiri ljóðføri og hennara tónleikur er ógvuliga blandaður. Hon hevur framført við nógv stór høvi og saman við fleiri heimskendum tónleikarum.
Tann samiski upprunin hjá henni er ógvuliga sentralur í hennara tónleiki, og hetta ger hana til nakað serstakt.
Umframt Aldubáruna og Mari Boine eru samráðingar í løtuni við írska leikbólkin Siamsa Tíre.
Tey framføra nakað, sum kundi mint um Riverdance, men á einum minni skala.
Enn er einki avgjørt um, hvørt tey koma til Føroya, ella hvat tey kunnu hugsast at fara at framføra.









