Aldu­bár­an vitj­ar Eyst­ur­ríki

Wien er høvuðsstaður hjá klass­iska tón­leik­i­num. Mill­um aðr­ar hava Moz­art, Beet­hoven, ­Schu­bert, Haydn eins og Strauss virk­að har.

Føroyski tón­lei­k­a­bólk­ur­in Ald­u­bár­an er frá 28. november til 4. des­emb­er á kon­sert­ferð í Eysturríki.

Á ferðini skal bólk­ur­in fram­føra 3 ko­n­sert­ir og tón­leik­ur­in, ið verð­ur fram­førd­ur, er ein­a­mest føroyskur. Tón­a­skøldini eru Sunleif Ras­mussen, Kári Bæk, Krist­ian Blak, Tróndur Bog­a­son og Atli Petersen. Har­um­framt verða verk eftir Arn­old Schönberg og Wern­er Schulze fram­førd:

Hetta er eitt fan­tas­t­iskt høvi hjá Aldu­bár­uni og føroyskum tón­a­skøld­um. Vit fram­­føra før­oysk­an tón­­leik í Wien, sum fyri klass­­isk­an tón­leik er tón­leikahøvuðsstaður heims­ins. Somuleiðis skal konsertferðin vekja ans fyri før­oysk­um tónleiki sum heild og harvið skapa møg­u­leik­ar hjá tón­a­skøld­um eins og tón­leik­a­bólk­um úr Føroyum. Hetta er aðr­u ferð, at Aldubáran er boðin til Eysturríkis at fram­føra. Tey vóru og spældu har í 2007.

Fyrsta konsertin verð­ur á Arnold Schön­berg Zentrum í Wien. Onnur kon­s­ertin verður 1 des­em­ber í Salz­­burg á Bar­ock­mu­se­um Salzburg og síðsta kon­sert­in verður á kon­sert­stað­num Haus der Musik í Krems 3. desember.

Konsertferðin er kom­in í lag í samband við Österreichischer Kom­p­on­ist­en­bund (eyst­ur­ríska kom­po­nist­a­fel­agið)

Tónleikararnir, ið um­boða Aldubáruna á túri­num eru: Sámal Petersen - violin

Øssur Bæk - violin
Angelika Nielsen – bratsj
Andreas Restorff - sello
Jóhannes Andreasen - klaver
Mað­ur­in tók við dóm­i­num.