Aldrin selt so nógv eitt hóskvøld

G! Festivalurin fór úr bakkastokki í gjár, og sambært fyrireikarunum, so byrjaði festivalurin við einum braki.


- Sambært søluni eru ongantíð áður so mong atgongumerki seld hóskvøld á G!, og framførslurnar boða frá fleiri góðum døgum, skrivar festivalurin í tíðindaskrivi.


Serliga var tað danski Phlake, ið samlaði nógv fólk á sandinum.


- Donsku Phlake hava somuleiðis lokkað eina stóra fjøld oman í bygdina við sínum fangandi r&b og hiphop tónum, ið nokk skjótt fara at gera um seg úti í víðu verð. Teimum dámar tó eisini lítlu Gøtuvík, sum forsangarin staðfesti við sínum fyrsta setningi til fjøldina eftir, at bólkurin varð klappaður inn á pallin við eykenda íslendska huh-klappinum, skrivar festivalurin og leggur afturat.


-Tað er svakt at standa her, rópti hann eftir fyrsta sangin og peikaði óskiljandi út á Gøtuvík.