Tjørnuvík: Hóast hann er komin væl til árs, og er farin at nærkast teimum eitthundra_, so hevur ta_ als ikki tiki_ hugin frá Dávuri at siga frá lívi sínum.
Hann hevur nevniliga sett sær fyri at geva út sínar endurminningar í eini bók. Ella rættari, í fleiri bókum, av teirri einfaldu orsøk at hann hevur so nógv uppá hjarta.
Ein av fyrstu døgunum kemur tí fyrsti partur av lívssøgu hansara út í bókini, hann nevnir "Lívssøga 1911-1937".
- Men satt at siga, so er so nógv anna_ áhugavert at siga frá, at eg eri longu byrja_ur uppá bind 2, sigur Dávur Davidsen ella Dávur í Tjørnuvík, sum hann ver_ur róptur millum manna.
Fólk hava longu nú havt møguleika at tekna seg fyri fyrstu bókini. Og skal ein ganga eftir hesum áhuganum, so er talan um rættiliga nógv fólk, sum vilja vita meiri um lívi_ hjá Dávuri.
Bókin ver_ur 240 sí_ur til støddar og kostar 300 kr.
Aldri sæ_ slíkt illve_ur
Ein illve_ursdag herfyri stukku vit inn á gólvi_ í heimi hansara í Tjørnuvík.
Hetta var beint eftir døgur_a, og Dávur var farin á lofti_ at fáa sær ein lítlan blund í eyguni. Hesin blundurin var_ tó ikki so langur sum ætla_, tá umbo_ fyri Sosialin pikka_u á dyrnar.
Hann var skjótur ni_ur av loftinum, og setti seg í sín stól í køkinum og byrja_i alt fyri eitt at siga frá eini av hendingunum í bókini, ta_ serstaka illve_ri_ á Kappanum í 1935.
Ta_ serstaka vi_ hesum illve_rinum var, at Dávur og hinir á "Coraliu" bjarga_u manningini á einum ø_rum skipi, nevniliga "Blithsome".
- Hetta var ein øgilig hending. Havi_ var alt sum ta_ var í einum andarisi. Ja, eg havi aldrin sæ_ naka_ slíkt á_ur, sigur Dávur.
- Ta_ var eitt Guds undur at vit yvirhøvur vóru omaná, so nógv rok var yvir okkum!
Sp__u Molly
- Ta_ eru nógvir sum hava greitt frá júst hesum illve_rinum og hesi bjargingini. Og ta_ ynski eg eisini at gera í bókini.
- Hetta skal vera ein frásøgn um, hvussu vit sum stó_u á dekkinum upplivdu hendingina, sigur Dávur.
Hann setur seg betri til rættis í stólin. Hann vil fegin almannakunngera ein lítlan brotpart av tí, sum fór fram tá manningin á Blithsome var_ bjarga_ fyri sjúti árum sí_ani.
- Sært tú. Teir komu umbor_ á Coraliu. Fleiri teirri vóru rættiliga illa fyri, tí teir vóru fullir av sjógvi. Her mátti berast bæ_i skjótt og rætt at.
- Jógvan á Dul, hann dugdi væl at hjálpa hesum monnunum. Hann gav teimum fyrst kunstigan andadrátt, og sí_ani gjørdi hann naka_ heilt spesielt: Hann stoytti Molly ni_ur í teir fyri at fáa teir at sp_ggja sjógvin uppaftur. Og ta_ rigga_i sera væl, sigur Dávur, sum var eygnavitni til alt hetta, har hann og ein annar ma_ur úr Tjørnuvík stó_u á dekkinum.
- Eg haldi, at ta_ er t_dningarmiki_ at henda søgan eisini kemur fram.
Barnaeygu
Dávur Davidsen hevur í sínum higartil langa lívi uppliva_ mangt og hvat. Og sambært teimum, sum kenna meiri til innihaldi_ í hesi forkunnugu bókini, so má ta_ vera ein sonn gáva at eiga slíkt minni sum honum er beskori_.
Hann grei_ir her frá bygdarlívinum í Tjørnuvík undir fyrra heimsbardaga og fram til 1926, solei_is sum eitt barn upplivdi ta_.
Hann sigur eisini frá ungdómslívinum í tjúgunum og tríatiárunum, og annars um gle_i og sorg á sjógvi og landi gjøgnum eitt langt lív.
Sum longu nevnt, so er henda fyrsta bókin bert fram til 1937.
Men hann er longu farin undir bind nr. 2.
Fyri seg
Vir_ismiki_ íkast til okkara søgu
Umframt ta_ at fólk hava havt møguleika at tekna seg fyri bókini frammanundan, so hevur Dávur sjálvur fer_ast kring landi_ og greitt frá lívi sínum.
Hann hevur m.a. vitja_ í Pensjónistafelagnum á Skála. Hann hevur vitja_ Kvinnufelagi_ í Klaksvík og hevur eisini veri_ í Su_uroynni.
So fólk eru nú grei_ yvir at ein spennandi bók er á veg frá hansara hond.
Tey sum kenna Dávur vita, at hann hevur sjáldsama gott minni og dugir samstundis eisini avbera væl at siga frá hendingum og søgum.
Til tess at fáa alt hetta fest á bla_, hevur hann fingi_ sær henta hjálp frá Sveini Ísheim Tummasson í Havn.
Hesin hevur havt til uppgávu at savna alt tilfari_ saman og sí_ani geva ta_ út í hesi bókini, sum helst ver_ur kærkomin jólagávu hjá mongum manni og helst kvinnu vi_.
Umframt tær mongu frásagnirnar er bókin eisini væl kryddra_ vi_ myndum ymsasta_ni frá.
Ta_ er tí líti_ at ivast í, at ta_ er so sum onkur longu hevur tiki_ til: - Henda bókin er eitt vir_ismiki_ íkast til okkara bygda- og fiskimannasøgu.