Seinastu øldina hava Vestmenningar og Kvívíkingar verið ósamdir um markið. Í 2006 kom matrikulstovan við síni avgerð um markatalsmarkið millum Kvívík og Vestmanna. Hesi avgerð vildi Vestmanna kommuna ikki taka undir við. Størsta stríðið var um brúksrættin til havbotnin, harundir útbyggingar av havnum og so framvegis.
Í 2005 ætlaði Vestmanna kommuna at byggja út á havnarøkinum, harundir 200 fermetrar skuldu verða fyltir í ómatrikulerað sjóøki millum bygdirnar.
Av tí, at markatalsmarkið ongantíð var avgreitt, so valdi Matrikulstovan at avmerkja markatalsmarkið.
Hetta mark vildi Vestmanna kommuna ikki ganga við til og valdi at fara í rættin við hagapørtunum í Kvívík og Matrikulstovuni.
Málið hevur síðani koyrt í rættiliga langa tíð, og mánadagin varð dómur sagdur, og teir saksøktu vórðu fríkendir.
Fríkendir
Rætturin avgjørdi, at onki bendi á, at Matrukulstovan hevði sett mark uttan heimild, tí Matrikulstovna hevði arbeitt eftir vanligu treytunum í tílíkum málum.
Somuleiðis er greitt, at Vestmanna kommuna skal rinda rættarkostnaðin á 40.000 krónur tilsamans til hagarpartarnar í Kvívík og Matrikulstovuna.
Bátahylur í klemmu
Eitt annað mál er framvegis í rættinum um rættindini til sama øki, men tað er eitt stríð millum Vestmanna og Kvívíkar kommunu um ein bátahyl á Válinum.
Hetta stríð er lagt á ís, men verður nú tikið uppaftur, um hetta stríðið um brúksrætt av havbotni ikki verður skotið inn fyri hægri rætt.











