Tá Norðfra í Leirvík í vikuni keypti fisk til pakkingar og avskipingar, sum línuskipið Núpur landaði, var ein sonevnd albino-hýsa upp í veiðini.
Á virkinum siga tey, at tað er rættiliga óvanligt - fyri ikki at siga ókent - at síggja fisk, sum kann koma undir heitið at vera ein albino.
Hýsan, sum var uppi í veiðini hjá Núpi henda dagin, var bæði stór og feit, og mett verður, at hon vigaði millum trý og fýra kilo.
Sambært www.sprotin.fo er albino litloysingur, sum merkir, at her eru eingi litevni í húðini - og í hesum førinum í skræðuni á hýsuni.
Á netsíðuni hjá Illustreret Videnskab - www.illvid.dk - verður sagt, at lívfrøðingar hava staðfest albino í næstan øllum dýrasløgum, bæði hjá súgdýrum, fiski, froskum, fugli og skriðdýrum.
- Orsøkin til albinismu er ein feilur í arvaeindini sum ger, at svart litevni vantar í húðini, og hetta kann henda hjá øllum djóra-og fiskasløgum.
Eisini millum ymisk fólkasløg á jørðini kunnu vera albino-fólk - ella fólk, sum einki litevni hava í húðini.
Í www. illvid.dk verður víst á, at tað er sjáldan, tú sært albino í náttúruni, tí ofta vera slík djór mett sum djór av øðrum slagi.
Albino í náttúruni kunnu skjótt vera rikin burtur úr flokkinum ella fiskatorvuni, tí tey vera mett sum fremmand í tí felagsskapi, sum annars er. Tískil kunnu tey eisini gerast offur hjá rovdýrum.