Fríggjadagin 11. august fyllir Albin Petersen í Vestmanna, vanliga nevndur Albin hjá Gundu, 80 ár. Albin er sonur Hans Jacob og Gundu Petersen, og er hann nr. seks av nýggju systkjum. Nú eru bert fýra eftir á lívi, og av teimum er Albin elstur. Pápin og elsti beiggin gingu burtur, tá Albin var bert sjey ára gamal.
Hann giftist í 1953 við Klaru Gaardbo av Nesi, og búsettust tey í Vestmanna. Tey fingu eina dóttir, hon er gift, og eiga tey tríggjar synir, sum abbin er sera stoltur av.
Sum ungur var Albin eitt skifti til skips, og var síðani við til at byggja SEV byrgingarnar í Vestmanna, áðrenn hann fór at arbeiða hjá Vestmanna Timburhandli, har hann arbeiddi í næstan 30 ár.
Hann hevur verið sera trúgvur í missiónshúsinum, har hann m.a. sat í stýrinum fyri húsið í mong ár, og hevur havt sunnudagsskúla til fyri fáum árum síðani. Eisini plagar hann at hava andakt í Eldrasambýlinum í Vestmanna av og á. Eitt skifti sat hann í kirkjuráðnum, og tað munnu vera fáir sunnudagar, har hann ikki hevur sitið á sínum fasta plássi í kirkjuni.
Albin er blíður og fyrikomandi og dámar væl at práta við fólk hann hittir. Hann gongur dagliga ein túr oman á kaiina, og fylgir væl við hvussu tað gongur hjá skipunum, og fær hann mangan eitt gott prát við manningarnar. Eisini dámar honum væl at fara inn á gólvið at vitja nøkur av teimum, sum ikki orka so væl at koma út longur.
Hann hevur havt eitt friðarligt og gott lív, sum hann nú kann hyggja aftur á við gleði og takksemi.
Albin er burturstaddur føðingardagin.
Góði pápi, verpápi og abbi, vit vilja við hesum ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum og takka tykkum fyri tað, tit hava verið fyri okkum. Vit gleða okkum til at halda dagin saman við tykkum.
Vit í Kollafirði