Fyrsta fótbóltsferðin hjá klaksvíkigum og norðoyingum í ár verður í dag, tá leiðin gongur til Fuglafirðar.
Tey, sum í fjør vóru eygnavitni, tá ið ÍF í fyrra dystinum hevði vitjan av KÍ, gloyma ongantíð tað, sum gekk fyri seg. KÍ var flúgvandi fyrsta lítla tíman, og tá ið Páll A. Klettskarð í 55. minutti skoraði fyri aðru ferð, og støðan var 3-0 til klaksvíkingar, so tóktist spurningurin bara at vera, hvussu stórur KÍ sigurin fór at verða.
Men so reisti ÍF seg. Øssur Dalbúð skoraði eina ferð, og tá ið Clayton Soares skoraði fyri aðru ferð og javnaði til 3-3, var eitt korter eftir, og síðstu løtuna brendi tað í báðum endum.
Verjuspælið hjá KÍ var lítið sannførandi í 2013. Nú eru Jonas Flindt Rasmussen og Ndende bláir, og KÍ hevur vónir um betri endastøðu enn 8. plássi í fjør:
-Vit halda okkum at hoyra heima longri frammi á talvuni, og vit eiga at vinna størri úrtøku burtur úr nógvu málunum, enn vit gjørdu í fjør, heldur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.
Eitt av stóru ivamálunum í Klaksvík hevur verið, um Páll A. Klettskarð fór at verða klárur at spæla í Fuglafirði. Hann hevur verið skaðaplágaður, men eftir steðg í tvær vikur hevur hann síðani mánakvøldið vant við fullari ferð.
Hóast ÍF hevur vunnið silvur í landskappingini tvey tey seinastu árini, so hevur liðið undan kappingarbyrjan ikki verið roknað at vera evni at vera við í kappingini um FM. Soleiðis tykist tað eisini at vera í ár. Hetta er tó ikki nakað, sum fær roynda venjaran Albert Ellefsen at missa svøvnin.
-Eg rokni við, at tað verða smálutir, ið fara at gera av, hvør verður nummar tvey og trý og átta. HB er mín favorittur at endurvinna meistaraheitið. Sjálvur haldi eg, at okkara lið verður undirmett. Vit hava fleiri profilar, sum hava nógvar royndir. Teir verða ikki serliga nógv órógvaðir av, um tað í eitt tíðarskeið ikki gongur, sum tað verður vónað. Hugburðurin er góður, og vit eru spentir, sigur Albert Ellefsen, ÍF venjari á øðrum ári.
Ivi hevur verið um, hvussu tað fór at verða við superveteraninum í málinum. Umframt at vera málverji hjá ÍF, er Jákup Mikkelsen málmansvenjari á landsliðnum. Fríggjadagin kom hann heim aftur, eftir at hava verið á venjingarlegu við landsliðnum í Spania. Nú hevur Jákup boðað frá, at hann er nóg væl fyri at fara undir kappingarárið, og tað eru teir í Fuglafirði ógvuliga fegnir um. Teir fjala ongantíð yvir, at málverjin er týdningarmikil partur av orsøkini til, at tað tvey tey seinastu árini hevur eydnast at vinna silvurkrónurnar, sum málið er enn eina ferð at verja.
Hjá KÍ er arbeiðsloyvið hjá Rodrigo Silva ikki komið upp á pláss, og Henry Heinesen er ikki komin seg heilt eftir skaða. Hann spældi í 1. deild í gjár.
Hjá ÍF er umframt Jákup Mikkelsen ivi um, um Høgni Zachariassen er klárur at spæla. Tó verður roknað við, at teir båðir fara á vøllin klokkan 15.