Albert til HB

Jóhannis Joensen verður ikki einasti vágamaðurin í HB komandi kappingarár.
Felagið hevur nevnliga á heimasíðuni boðað frá, at hjálparvenjari teirra til komandi kappingarár verður Albert Elelfsen.
Albert hevur áður røkt hesa uppgávuna í HB. Eitt nú var hann hjálparvenjari, tá HB í 1998 vann greipuna. Og eisini hevur hann verið venjari hjá besta liðnum hjá FS Vágum.