Á grækarismessu, 12. mars, hevur Albert Hentze í Vági verið skóti í 35 ár. Albert er føddur og uppvaksin í Vági, hann er 48 ára gamal og útbúgvin jarnsmiður Hann arbeiðir í dag hjá partafelagnum Tvøruni í Vági. Líka síðan Skótaliðið Royndin bleiv endurstovnað í 1968, hevur hann verið ein av skótunum og er hann bólkaleiðari í Vági.
Skótaliðið í Vági bleiv upprunaliga stovnað í 1940. Stigtakarar vóru Torkil Beder, Erling Poulsen, Svend Thulesen saman við E. Thulesen, sum tá var prestur í Vági. Teir sum endurstovnaðu skótaliðið í 1968 vóru Kjartan Mørk-øre, Jákup Olsen, Jóannes Fonsdal og aðrir. Albert Hentze er giftur við Arnfríð, f.Vestergaard, úr Vági, og eiga tey 3 børn, 2 gentur og ein drong. Øll í familj-uni eru virkin í skótaarbeiðinum í Vági.










